GG! Tá tú gert tína egnu konto, so kanst tú goyma og prenta úrslitini, og tú kanst altíð venda aftur at broyta tíni svar.
Amboð at eftirmeta førleikametingarpolitikkir og mannagongdir
Mál: Eftirmeting (stutt tíð), eftirlit (long tíð) av førleikameting tínari og avýting (benchmarking) milllum ymsar skipanir
Hvørjum er tað ætlað: Einstaklingum, sum menna skipanir og politikkir fyri førleikameting, td. útbúgvingarmynduleikar ella politiskar ráðgevar, ella sum arbeiða við at avýta virksemi (antin millum sektorar ella sambærilig lond)
Úrslit: Kunning í grafiskum yvirliti av styrkjum og økjum, ið krevja ábøtur, innan skipanina av førleikameting
Hetta amboð er bygt á NVL frágreiðingina Validation and the Value of Competences – Roadmap 2018.
Eftirmetingaramboð fyri VPL mannagongdir og dygd
Mál: Góðskutrygd og menning av góðskumetingarhættum á ymsu stigunum innan førleikameting
Fyri hvønn: Fólk,ið hava ábyrgd av góðskutrygdini, leiðarar og tey, sum samskipa mannagongdir og framferð í sambandi við førleikameting
Úrslit: Kunning um dygdina í tínari førleikametingarskipan og tørvurin á menning, harímillum eina framferðarætlan fyri dygdarmenning í førleikametingini
Hetta amboð byggir á NVL útgávuna Validation in the Nordic Countries.
Amboð fyri førleikametarar at sjálvsmeta við
Nýtsla: Sjálvsmeting í samband við tilgongdir, ið eyðsýndar og vanligar hjá førleikametarum, vegleiðarum og teimum, sum samskipa førleikameting
Fyri hvønn: Førleikametarar, vegleiðarar og samskiparar, sum arbeiða við førleikameting
Úrslit: Kunning í grafiskum yvirliti um styrkir tykkara og ætlan fyri øki, ið krevja ábøtur
Hesi amboð eru partvíst bygd á NVL útgávuna Nordic Competence Profiles of Validation Practitioners and Competence Development.
Sjálvsmetingaramboð fyri vegleiðarar í førleikameting - VPL
Nýtsla: Sjálvsmeting í sambandi við mannagongdir, sum eru vanligar fyri førleikametarar, vegleiðarar og tey, ið samskipa førleikameting
Fyri hvønn: Metarar, vegleiðarar og samskiparar, sum arbeiða við førleikameting av vunnum førleikum Metarar, vegleiðarar og samskiparar, sum arbeiða við førleikameting av vunnum førleikum
Úrslit: Kunning í grafiskum yvirliti um tínar styrkið og menningarætlan fyri øki innan førleikametingina, ið krevja ábøtur
Hesi amboð eru partvíst bygd á NVL útgávuna Nordic Competence Profiles of Validation Practitioners and Competence Development.
Sjálvsmetingar amboð fyri samskiparar av førleikameting - VPL
Nýtsla: Sjálvmeting í samband mannagongdir, sum eru vanligar fyri metarar, vegleiðarar og samskiparar í førleikameting
Fyri hvønn: Metarar, vegleiðarar og samskiparar, sum arbeiða við førleikameting av vunnum førleikum
Úrslit: Kunning í grafiskum yvirliti um styrkir tykkara og ætlan fyri øki innan førleikametingina, ið krevja ábøtur
Hesi amboð byggja partvíst á NVL útgávuna Nordic Competence Profiles of Validation Practitioners and Competence Development.