Kunning handan Norðurlendsku Dygdar Kumpassina

Vitanargrunnurin, sum hetta eftirmetingar- og sjálvsmetingaramboð byggir á, er mentur í NVL netverkinum innan førleikameting

Netverkið er mannað við serfrøðingum, ið eru knýttir at lykla felagsskapum og stovnum innan menning av politikki og útinnan av førleikameting í øllum Norðurlondum. Netverkið hevur verið virkið síðani 2005, tá Norðurlendska Ráðharraráðið setti fokus á førleikameting og viðurkenning av vunnum førleikum (VPL) sum ein av týdningarmiklu raðfestingunum innan samstarv um norðurlendska vaksnamannalæru.

NVL tók avgerð um at eitt lætt nýtiligt amboð til førleikametarar innan VPL, fyriskiparar og politikkskaparar hevði verið til gagns fyri alla førleikameting, bæði í Norðurlondum og aðrastaðni. Netverkið við serfrøðingum innan førleikameting hevur longu frammanundan fyrireikað og skapt fleiri amboð og tilmæli, sum í høvuðsheitum vóru í pdf-formi og í hvør sínum skjali. Miðvís menning av amboðunum við greiðum markamóti var við til at menna Norðurlendsku Dygdar Kumpassina, ið er ókeypis amboð hjá øllum at brúka. Dygdarkumpassin skal vera við til at tryggja dygdina á førleikametingini í Norðurlondum, bæði hjá teimum, sum útinna førleikameting og teimum, ið fyrireika og gera mannagongdir innan førleikameting.

Norðurlendsku leiðreglurnar og mannagongdirnar fyri førleikameting (VPL) samsvara við evropeisku leiðreglurnar fyri førleikameting av ikki-formligari og óformligari læring, eins og tær eru í tráð við tilmælini frá ES Ráðnum fyri Førleikameting. Í Norðurlondum vísir heitið førleikameting av vunnum førleikum (VPL) til ta tilgongd, sum snýr seg um framferð og mannagongdir fyri eyðmerking, skjalprógvan, støðumeting, førleikameting og viðurkenning av teimum førleikum, hin einstaki hevur vunnið sær innan øll øki, bæði av formligum, ikki-formligum og óformligum slag.

Frøðiheiti, sum verður brúkt fyri førleikameting, kann vera ymiskt frá einum landi til annað, frá einum virkis- ella útbúgvingarøki til annað, eins og millum ymiskar áhugapartar og geirar í samfelagnum. Onnur vanliga nýtt  frøðiheiti fyri framferð innan førleikameting eru Førleikameting av ikki-formligari og ó-formligari læru (VNFIL), Viðurkenning av vunnum førleikum (RPL), Meting og viðurkenning av vunnum førleikum (PLAR), og Viðurkenning, førleikameting og góðskriving av ikki-formligari og óformligari læru (RVA). Hóast heitini kunnu vera ymisk, so er endamálið hitt sama: At gera læru og vunnar førleikar sjónlig, so til ber at meta um hesi og viðurkenna tey.

Førleikametingaramboð

Sjávsmetingaramboð

Epale - Electronic Platform for Adult Learning in Europe

EPALE – Electronic Platform for Adult Learning in Europe is an official partner of the Nordic Quality Compass. EPALE has contributed to the creation of this website by financing translations and supporting the marketing efforts.