Eftirmetingaramboð í VPL-tilgongd og dygd

Hesi eftirmetingaramboð lýsa átta týdningarmiklar partar av VPL-tilgongdini

Hvør av hesum pørtum hava vísi/indikatorar, sum hjálpa tykkum at eftirmeta VPL-tilgongdina og verandi dygdarmekanismur í VPL skipan tykkara. Fyri hvønn av hesum átta pørtum ber til hjá tykkum at menna egnan framferðarhátt, um hvussu tit skulu betra og menna VPL í tykkara høpi.

NB! Um tit hava fleiri VPL-skipanir í landinum (td. innan ymsar útbúgvingargeirar), so verður mælt til at tit svara úr sjónarhorninum hjá tí einu VPL-skipanini. Um tit ynskja at eftirmeta allar skipanirnar, nýtið so opnar spurningar at lýsa ymsu skiparnirnar ella politikkirnar í landinum.

Endamál: Góðskutrygd og menning av QA mekanismunum í ymisku fasunum innan førleikameting

Fyri hvønn: Starvsfólk við ábyrgd fyri góðsutrygdini, stjórar og samskiparar hjá teimum, ið útinna førleikameting

Úrslit: Kunning um styrkir innan førleikametingar skipanina og tørvir á menning, umframt ætlan fyri dygdarmenning innan førleikameting

Hesi tól eru ment sambært NVL-útgávuna Quality Model for Validation in the Nordic Countries