Sjálvsmetingaramboð fyri VPL samskiparar

Sjálvsmetingaramboð fyri VPL samskiparar, sum arbeiða við førleikameting (VPL)

Hetta er tín sjálvsmetingarkonta. Eftir at sjálvsmetingin er liðug, kanst tú prenta úrslitið út saman við málsframhaldinum, sum tú hevur ment. Tú kanst venda aftur til metingina seinni, broyta ella taka sjálvsmetingina umaftur.

Nýtsla: Sjálvsmeting sambært framferðum, ið eru vanligar hjá samskiparum í førleikameting. Amboðið er í tveimum pørtum. Í fyrra partinum metir tú um VPL-vitan tína (heldur meira ástøðiligt). Í seinna partinum metir tú um starvsligu førleikar tínar (heldur meira verkligar). Um onkur spurningur ikki er hóskandi fyri tína VPL-skipan, so kanst tú velja "Kann ikki nýtast", og hetta ávirkar ikki endaliga úrslitið.

Fyri hvønn: Fyri samskiparar, sum arbeiða við førleikameting

Úrslit: Grafisk kunning um tínar styrkir og um menningartørv saman við menningarætlan, sum tú kanst sniðgeva samsvarandi tínum tørvi í opnu spurningunum eftir hvønn evnisbólk.

Hesi amboð eru partvíst bygd á NVL útgávuna, NVL publication Nordic Competence Profiles of Validation Practitioners and Competence Development.