Eftirmetingaramboð í VPL-tilgongd og dygd

Sjálvseftirmetingaramboð hjá metarum, sum arbeiða við VPL førleikameting

Hetta er tín persónliga sjálvsmetingarkonta. Tú kanst skriva úrsltið út saman við menningarætlan, sum tú sjálv/ur hevur gjørt, eftir at tú hevur gjøgnumført sjálvsmetingina. Tað ber til at venda aftur til eftirmetingina seinni, at broyta hana ella gera sjálvsmetingina av nýggjum.

Nýtsla: Sjálvsmeting sambært framferðir, sum eru eyðkendar fyri førleikametarar. Amboðið er í tveimum pørtum. Í fyrra partinum verður vitan tín um førleikameting mett (heldur meira ástøðiliga) og í seinna partinum verður mett um virkisførleikar tínar (heldur meira verkliga). Um onkur spurningur ikki hóskar inn í VPL-skipan tína, so kanst tú svara "óhóskandi", og hetta ávirkar ikki endaliga úrslitið.

Fyri hvønn: Metarar, sum arbeiða við VPL førleikameting

Úrslit: Grafisk kunning um tínar styrkir og førleikar, og tørv tín á menning saman við menningarætlan, sum tú kanst snikka til, sum tú vilt eftir hvønn part.

Hesi amboð eru partvíst bygd á NVL útgávu um Nordic Competence Profiles of Validation Practitioners and Competence Development.