Sjálvmetingaramboð fyri VPL vegleiðarar

Sjálvsmetingaramboð fyri vegleiðarar*, sum arbeiða við førleikameting (VPL)

Hetta er tín persónliga sjálvsmetingarkonta. Tú kanst prenta úrslitini út saman við menningarætlan, sum tú hevur gjørt, tá sjálvsmetingin er liðug. Tú kanst venda aftur til sjálvsmetingina seinni og broyta ella endurtaka royndina. Allar undanroyndir verða goymdar á konto tínari, og tú kanst klikkja á seinastu útgávuna og bøta um svar tíni.

Nýtsla:Sjálvsmeting av framferð, sum er eyðkend fyri vegleiðarar innan VPL førleikameting. Amboðini eru í tveimum pørtum. Í fyrra parti metir tú um grundleggjandi vitan tína innan VPL (í mestan mun ástøðilig) og í seinna parti metir tú um grundleggjandi vitan tína innan arbeiðsførleikar (heldur meira av verkligum). Um onkur spurningur ikki hóskar til VPL-skipan tína, so kanst tú velja "verður ikki útfylt." Hetta minkar ikki um endaliga úrslit títt.

Fyri hvønn: Vegleiðarar, sum arbeiða við VPL førleikameting

Úrslit: Kunning í grafiskum yvirliti um tínar styrkir og um tín tørv á menning, samt menningarætlan, sum tú kanst leggja til rættis aftan á hvønn part og í mun til tín tørv.

Hesi amboð eru lutvíst bygd á NVL publication Nordic Competence Profiles of Validation Practitioners and Competence Development.

* Her vísir orðið, vegleiðarar, til øll fólk, sum veita ráðgevingar- og vegleiðingartænastur innan VPL-framferð