Eftirmetingaramboðið fyri VPL-politikk og -royndir fevna um sjey ymsar flokkingar og fleiri undirflokkingar.
Við at eftirmeta VPL-skipan tykkara, sambært hesi tól, so verða tit før fyri at menna yvirskipaða fatan av styrkjum og veikleikum av VPL-skipan tykkara. Um onkur spurningur er óviðkomandi fyri tykkara VPL-skipan, so svara tit "Not applicable." Viðmælt verður, at hendan eftirmeting verður gjørd annaðhvørt ár við tí fyri eyga at eyðmerkja menning.
GG. Um fleiri VPL-skipanir eru í landinum (t.d. innan ymsar útbúgvingar- ella yrkisgreinar), verður viðmælt, at tit svara frá einum sjónarhorni hjá einari VPL-skipan. Um tit ynskja at eftirmeta allar skipanirnar, brúka tit opnar spurningar at evna ymisku mannagongdirnar ella politikkirnar til viðurskiftini í tykkara landi.
Hetta amboð veitir tykkum eisini møguleikan at gera menningarætlan, sum kann bøta um VPL-skipanina.
Endamál: Eftirmeting (stutt tíð), eftirlit (long tíð) av VPL-skipan tykkara og at samanbera VPL-skipanir.
Fyri hvønn: Einstaklingar, sum menna skipanir og politikkir fyri førleikameting (t.d. útbúgvingarmyndugleikar ella politikkskaparar) ella fólk, sum samanbera virksemi (antin millum geirar í landinum ella millum lond).
Úrslit: Grafisk kunning um styrkir og veikleikar í førleikametingarskipanini og øki, sum krevja ábøtur. Menningarætlan (sambært svarum tínum í opnu spurningunum í kanningunum).
Hetta amboð byggir á NVL álitið, Validation and the Value of Competences – Roadmap 2018.